Tøkk fyri at tit hjálpa okkum at røkka málunum!
Við einum stuðulssamstarvi við ÍA er tykkara fyritøka við til at menna ein tryggan, sunnan og sosialan ítróttarfelagsskap fyri bæði børn, ung og vaksin á Argjum.
ÍA hevur síðan 2011 verið ein virkin partur av ítróttar- og ungdómslívinum á Argjum, og vit arbeiða miðvíst við at menna børn og ung – bæði á einstaklinga støði og sosialt sum lið/felagsskapur.
Vit bjóða ymiskar stuðulspakkar og samstarvsmøguleikar, sum kunnu tillagast eftir tørvi og ynski. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
📧 Teldupostur: itrottarfelagid.argir@gmail.com
Takk fyri stuðulin – vit síggjast á vøllinum!