Felagið varð stovnað 10. august 2011. Menn høvdu tosað eitt sindur, um at stovna hondbóltsfelag til børn og ung á Argjum í eina tíð. Høvið var, at nevndarlimirnir høvdu tvey lið av argja-dreingjum, sum teir vandu í ávikavist Neistanum og Kyndli, sum teir vildu geva møguleika at spæla í teirra heimaumhvørvi. Endin var at kallað varð inn til stovnandi aðalfund hjá Nicolai Mohr Balle 10. august 2011. Skjøtil var nú settur á og tað skuldi skjótt vísa seg, at hetta var rætta avgerðin. Í fyrstu nevndini sótu Kristian Martin Skála, Mikael Viderøe, Martin Mørk og Nicolai Mohr Balle.
Grein frá In.fo / Hilmar Jan Hansen12.08.2011 (14:26)
Hondbóltur: Mikukvøldið var nýtt hondbóltsfelag sett á stovn á Argjum, og longu í vetur hevur felagið fýra lið við í kappingunum hjá Hondbóltssambandinum
Nýggja hondbóltsfelagið á Argjum eitur Ítróttarfelagið Argir, ið vanliga verður stytt til ÍA. Tað er fyrst og fremst sett á stovn, so argjafólk kunnu hava síni egnu børn til venjingar á Argjum, heldur enn at senda tey til Havnar ella Hoyvíkar.
Teir, sum hava tikið stig til at stovna felagið og sita í nevnd, eru ikki ókendir frá feløgunum hinu megin Sandá, tí formaður er Kristian Martin Skála, næstformaður Michael Viderø, skrivari Nicolaj Balle og kassameistari Martin Mørk. Av hesum eru tveir kendir frá Kyndli, ein frá Neistanum og ein frá H71.
Martin Mørk sigur við heimasíðuna hjá Neistanum, at arbeiðið við hondbóltinum á Argjum í grundini byrjaði síðsta kappingarár, tá argjadreingir spældu við liðum hjá Neistanum og Kyndli, men fara at umboða ÍA, tá kappingin í vetur fer í gongd. Felagið hevur lið meldað til í deildunum dreingir 12 ár, dreingir 14 ár og dreingir 16 ár og 2. deild menn.
Nýggja felagið, sum var sett á stovn mikukvøldið, skipar í fyrsta umfari sínar venjingar í fimleikarhøll, men vónin er sjálvandi, at ein ítróttarhøll skal koma á Argjum. Men so leingi karmarnir ikki er meira enn tað sama, hevur ÍA sett sum treyt fyri nýggj lið í felagnum, at venjari og leiðari má finnast fyrst, áðrenn farið verður í gongd.