Vit leggja dent á MENNING, GLEÐI & LIÐANDA, tí kjósa vit á hvørjum ári
Ársins spælara & Ársins liðfelaga
Endamálið við Ársins heiðurslønum
Ungdómsítrottur snýr seg ikki bara um dystir, mál og úrslit – tað snýr seg í størri mun um menning, gleðina við spælinum og felagsskapin. Tí heiðra vit á hvørjum ári leikarar, sum hava gjørt ein serligan mun á hesum økjum.
Við hesum heiðurslønum vilja vit:
Eggja leikarum til at spíla seg út og stríðast fyri at røkka sínum menningarmøguleikum .
Styrkja felagsskapin og liðandan við at eggja leikarum at vera góðar liðfelagar. Soleiðis byggja vit lið, har samanhald og gleðin við spælinum eru í miðdeplinum.
Menna ein felagsskap, har góður ítrottarandi er kjarnin í øllum vit gera.
Vit kjósa ársins leikara frá U10 til U18, á bæði dreingja og gentusíðuni. Í hvørjari rekkju eru tveir árgangir saman. Vit kjósa ein leikara á: G10, D10, G12, D12, G14, D14 osfr.
Tá vit kjósa Ársins leikara, leggja vit dent á menning og hugburð, framum ávísar førleikar. Í ungdómshondbólti hava viljin at læra og mennast avgerandi týdning fyri at røkka sínum málum. Tí hevur tað stóran týdning fyri tilnevningina av Ársins leikara, at ein menning er farin fram, tað kann vera bæði fysiskt, tekniskt ella mentalt. Niðanfyri eru nøkur kjarnu eyðkenni fyri Ársins leikara
Menning
Ein góður ungdómsleikari hevur áræði og hug at mennast – bæði fysiskt, tekniskt og mentalt. Hann er arbeiðssamur, hevur góðan hugburð til venjing og gevur ikki upp – hóast mótgongd.
Støðufastur
Ein góður ungdómsleikari er álítandi, møtir væl upp og vísir gott arbeiðslag og góðan hugburð gjøgnum alt árið
Góðan ítrottaranda (Fairplay)
Ársins leikari vísir eisini góðan ítrottaranda, herundir virðing fyri øðrum leikarum, venjarum og dómarum.
Jeg er brødtekst. Klik her for at tilføje din egen tekst og redigere mig. Det er nemt.
Vit kjósa ársins liðfelaga frá U10 til U18, (U9 er eisini við) á bæði dreingja og gentusíðuni. Vit kjósa ein liðfelaga fyri hvørt lið.
Hondbóltur er ein liðítrottur. Í ungdómshondbólti hevur menningin av einstaka leikaranum týdning, men tað er felagsskapurin, liðandin og samstarv, sum byggir lið, har leikarir trívast og mennast. Niðanfyri eru nøkur kjarnu eyðkenni fyri ein Ársins liðfelaga.
Ósjálvsøkin og stuðlandi
Ein góður liðfelagi setur liðið fyrst. Hann er góður at stuðla og eggja øðrum, og hann er við til at skapa trivnað og gleði bæði á og uttanfyri vøllin.
Jaligur og ágrýtin
Ein góður liðfelagið lyftir liðið við einum positivum hugburði og ágrýtnum arbeiðslagi, bæði til venjing og til dystir.
Góðan ítrottaranda (Fairplay)
Ein góður liðfelagi vísir virðing fyri øðrum leikarum, venjarum og dómarum, og hann vísir góðan ítrottaranda.