Fyri at skapa so góðar karmar sum til ber fyri okkara børn og ungu, hava vit tørv á fleiri sjálvbodnum. Her á síðuni kanst tú lesa eitt sindur um hvørjar uppgávur okkum tørva sjálvboðin til. Um hetta hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eini boð ella seta teg í samband við ein nevndarlim.
Okkum tørvar:
Øll kunnu gera mun. Um tú hevur hug at gerast hjálparvenjari, liðleiðari, dómari ella hjálpa til á annan hátt, ert tú vælkomin at útfylla oyðublaðið niðanfyri. Vit seta okkum síðani í samband við teg.
Hjálparvenjarar
Sum hjálparvenjari ert tú við til eina venjing um vikuna, saman við høvuðsvenjaranum. Tú ert eisini við til dystir, bæði við og uttan høvuðsvenjaran.
Venjaraspírar
Spælarir í U12 (eldri árg.) og uppeftir kunnu gerðast venjaraspírar. Tey fáa eitt lið (árgang 6 - 10 ár), sum tey venja 1 ferð um vikuna saman við øðrum venjarum. Tá kappingarárið er liðugt fáa Spírarnir diplom og fara út at bowla og eta saman.
Útbúgving
Tað er ikki neyðugt at hava venjaraútbúgving fyri at vera hjálparvenjari. Men hevur tú hug, ber til at taka venjaraútbúgvingina sum HSF skipar fyri.
Venjaraútbúgvingin er skipað í fýra stigum. Fyrsta stigi gevur luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing, og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi, har børnini trívast og mennast. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum á 4 tímar. Tú kanst lesa nærri um venjaraútbúgvingina á heimasíðuni hjá HSF
Í ungdómshondbólti hevur menningin av einstaka leikaranum týdning, men tað er felagsskapurin, liðandin og samstarv, sum byggja lið, har leikarir trívast, mennast og hava hug at halda fram. Liðleiðarin hevur, saman við venjarunum, ein týdningarmiklan leiklut í at styrkja felagsskapin rundan um liðið, og skapa góðar upplivingar fyri bæði leikarar og foreldur.
Sum liðleiðari kanst tú:
Við einum sterkum toymi av foreldrum og sjálvboðnum kring liðini skapa vit bestu fortreytirnar fyri, at børnini trívast, mennast og fáa góðar upplivingar bæði á og uttanfyri vøllin.
#samanumtaðgóðabarnalívið
Tá okkara lið hava heimadyst hava vit tørv á dómarum. Høgni Vilhelmsen hevur ábyrgd av at seta dómarar hjá ÍA. Tú ert vælkomin at senda okkum eini boð ella seta teg í samband við Høgna, um tú kundi hugsað tær at roynt teg sum dómara.
Útbúgving:
Tað er ikki krav, at hava ella taka dómaraskeið fyri at døma dystir hjá ÍA. Men hevur tú hug til tess, so skipar HSF fyri dómaraskeið/dómaraútbúgving.
Dómarar kunnu taka trý ymiskt prógv, A-, B- og C-dómararprógv. C-prógvið er ætlað teimum, sum døma upp til og við U14, B-prógvið til 1. deild, 2. deild, U18 og U16, meðan A-prógvið er til fremstu deildirnar. Tú kanst lesa nærri um dómaraskeiðini á heimasíðuni hjá HSF
Eitt gott felag byggir á nógv ymisk sløg av av sjálvbodnum. Øll kunnu gera mun, og tað er ikki neyðugt at hava hondbóltsbakgrund fyri at gerast sjálvboðin í ÍA. Nøkur hjálpa til við einstøkum uppgávum ella tiltøkum, meðan onnur hava hug og tíð at taka størri ábyrgd.
Kanska hevur tú hug at hjálpa til við einum foreldrafundi, baka eina køku ella geva eina hond til eitt tiltak. Kanska hevur tú eitt gott hugskot, ella kanska hevur tú hug at vera verkætlanarleiðari fyri eitt innsavningartiltak, Color Run, ella onnur tiltøk hjá felagnum.
Vit hava tørv á bæði teimum, sum hjálpa til eina løtu í senn, og teimum, sum hava hug at standa á odda fyri átøkum og verkætlanum.
Tú kanst m.a. hjálpa til við:
Fortel okkum fegin, hvat tú kundi hugsað tær at hjálpt til við. Vit finna altíð eina uppgávu, sum passar til tínar førleikar, stundir og áhuga.