Tilmelding Log på
  • LIÐYVIRLIT
    Gentur & dreingir
    Mini hondbóltur  U6 (0. flokkur) U7 (1. flokkur) U8 (2. flokkur)
    Dreingir
    U9 Dreingir U10 Dreingir U12 Dreingir U14 Dreingir
    Gentur
    U9 Gentur U10 Gentur U 12 Gentur U14 Gentur
    Vaksin
    1. deild menn 1. deild kvinnur 2. deild menn 2. deild kvinnur Hondbóltfitness
  • VENJINGARTÍÐIR
  • KALENDARI
  • STUÐLAR
  • FELAGIÐ
    • NEVNDIN
    • SJÁLVBOÐIN
    • VENJARASPÍRAR
    • DÓMARAR
    • GRUNDVØLLUR
    • VIÐTØKUR
    • SØGAN
    • ÁRSHJÓL
    • ÁRSINS LIÐFELAGI
    • DRONNINGLUND CUP
    • TILMELDING

VENJARASPÍRAR – EIN ÍLØGA Í FRAMTÍÐINA

19. jun. 2026, kl. 11.50


Hjá ÍA ynskja vit ikki bara at menna dugnaligar hondbóltsspælarar – vit vilja eisini menna ábyrgdarfull ung fólk og framtíðar venjarar.

Tí hava vit skipað eina venjaraspíraskipan, har spælarar frá U12 og eldri fáa møguleikan at royna seg sum hjálparvenjarar hjá okkara yngstu liðum. Saman við høvuðsvenjarunum eru tey við til venjingar, hjálpa børnunum og royna seg sum venjarar.

Meira enn bara hondbóltur

Endamálið við skipanini er nógv meira enn at fáa eyka hendur til venjingarnar. Vit vilja geva okkara ungu ábyrgd og samstundis menna teirra førleikar innan samskifti og samstarv. Sum venjaraspíri lærir tú ikki bara at læra frá tær – tú lærir eisini at lurta, taka ábyrgd og vera ein góð fyrimynd.


Ein fyrimynd fyri tey yngstu

Fyri tey yngstu børnini hevur skipanin eisini stóran týdning. Venjaraspírarnir skapa eyka nærveru á venjingunum, stuðla børnunum og eru fyrimyndir, sum tey yngru síggja upp til. Hetta er við til at skapa trivnað, tryggleika og gleði í felagnum.


Menning fyri báðar partar

Skipanin hevur longu givið nógvar góðar upplivingar. Venjaraspírarnir siga sjálvi, at tað besta er at síggja tey yngstu mennast, stuttleika sær og blíva betri. Samstundis hava tey fingið eina størri virðing fyri venjaraleiklutinum og hava lært, hvussu týdningarmikið tað er at samskipa, leiða og taka ábyrgd.


Ein íløga í framtíðina

Við venjaraspíraskipanini ynskja vit eisini at styrkja mentanina fyri sjálvbodnum arbeiði í felagnum. Vónin er, at fleiri av okkara venjaraspírum velja at halda fram sum venjarar, tá tey gerast eldri, soleiðis at vit kunnu halda fram at menna bæði børn, ung og felagið sum heild.

Vit eru sera errin av okkara venjaraspírum og takksom fyri tann eldhug og ábyrgd, tey vísa hvørja viku. Tey gera veruliga mun – bæði fyri okkara yngstu spælarar og fyri framtíðina hjá ÍA. 💙🧡


Blaðið Strok hevur skrivað eina grein um okkara venjaraspírar. Her kanst tú eisini lesa um hvat Óli Frederiksen og Lusia av Fløtum hava at siga um at vera venjaraspíri.


Óli og Artur royndu seg sum venjarar hjá okkara D8 til eina kapping.




Vit ynskja, at okkara venjaraspírar kenna, at teirra íkast verður lagt til merkis. Tí fær hvør venjaraspíri eitt heiðursprógv sum tøkk fyri tann stóra innsatsin, tey hava gjørt gjøgnum kappingarárið.

De seneste nyheder Alle
Limadagur 10. nov
Minnist til limadagin mánadagin 10. nov. frá kl. 16-18 í Miðrók í Skúlanum á Argjahamri. Allir limir, sum hava goldið limagjald, fáa eina limablusu og tilboð uppá klæðir, bólt og tasku hendan dagin Kunnandi foreldrafundur verð...
VENJARASPÍRAR – EIN ÍLØGA Í FRAMTÍÐINA
Hjá ÍA ynskja vit ikki bara at menna dugnaligar hondbóltsspælarar – vit vilja eisini menna ábyrgdarfull ung fólk og framtíðar venjarar. Tí hava vit skipað eina venjaraspíraskipan, har spælarar frá U12 og eldri fáa møguleikan at royn...
LUTASEÐLARNIR DRIGNIR
Lutaseðlarnir hjá ÍA eru í dag drignir. Vinnaratølini eru hesi: 0047 – Samsung 55 Q7F 4K QLED Smart TV (12.999,-) 0382 – Gávukort frá Atlantic Airways (8.000,-) 0719 – Nilfisk Excellent Trykkspulari (5.999,-) 1126 – 1z Pakkin (4.200...

Ítróttarfelagið Argir

Viðargøta 31

160 Argir

itrottarfelagid.argir@gmail.com

12345678

Andre sider fra Holdsport
  • Info om Ítróttarfelagið Argir