Voxbotn 2017

Tíðin flýgur avstað, áðrenn vit vita av, er summar og Voxbotn 2017 á skránni. 😀😀
So nú eru tit vælkomin at bjóða tykkum fram at standa vakt, aldursmarkið er 18 ár.
Vaktirnar eru:
18-22
21-01
23-03

Skrivi til okkum á itrottarfelagid.argir@gmail.com

Tit kunnu eisini ringja til onkran í nevndini

 

Vinaliga
Nevndin

Aðalfundur 17 Septembur 2016

Á aðalfundi 17. Septembur 2016 vórðu hesi fólk vald í nevndina hjá ÍA:

 

Nevndin hevur skipað seg við

Sunrid í Gong, forkvinna

Kristian Martin, Skála næstformaður

Martin Mørk, kassameistari

Marianna Heinesen, skrivara

Vivie Kirke Davidsen, samskipari

Gunnvá Eysturoy, samskipari

Barbara Danielsen, nevndarlimur                                         

Tórhild Dalsgaard, tiltakslimur

Aðalfundur hjá Í.A.

Ársaðalfundurin hjá Í.A. verður Leygardagin 17 Septembur kl 17:00 í Skúlanum á Argjahamri.

Nevndin heitir á limir, leikarar, foreldur og øll onnur ið hava áhugað, um at møta á aðalfundi.
Vónandi verður uppmøtingin góð.

Skrá:

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna árið
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Nevndarval
6. Ymiskt

 

Tilmelding fyri 2016/17

Vit fara at hava ein tilmeldingardag 8 Septembur niðri í Argja skúla. Frá kl. 17-19 har øll ið hava hug at spæla hondbólt í vetur kunnu melda seg til.

Øll sum melda til henda dag, fáa eina serliga ÍA t-troyggju frá felagnum.

 

Eisini ber til at melda seg til beinleiðis her á heimasíðuni, við at útfylla tilmeldingarskjalið, og síðan flyta peningin.

Limagjaldi fyri 2016/17

Mini.   Ókeypis

U8.      400 kr.

Frá U10 og uppeftir er limagjaldið 700 kr.

Limagjaldið skal rindast á konto felagsins 9865-987.750.3. Viðmerkjast skal navn á íðkara og heiti á liðnum, ið íðkarin er meldaður til.

GG!
Íðkandi fáa eisini eina t-shirt frá ÍA, um limagjaldið er goldið her umvegis heimasíðuna innan 8. Septembur.