So ferð hondbólturin aftur á rull

So byrjar hondbólturin endiliga aftur og vita vit, at nógv børn eru spent. Vit fingu góðan stuðul frá fleiri teirra leygardagin, har tey vóru sera røsk at renna og koyra seðlar í postkassarnar á Argjum.
Hetta, so vit upp á ein skjótan máta kundu fáa boðini út um at nú byrjar hondbólturin hjá Í.A. endiliga aftur.
Seinasta vetur gekk tíverri ikki so væl at fáa mini-hondbóltin, sum er fyri børn undir skúla aldur upp at koyra, men vit hava eina vón um at komandi vetur verður betri. Vit vóna at undirtøkan verður góð og nógv børn og foreldur møta.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur og vóna, at enn fleiri koma at spæla hondbólt – so góðu børn bjóðið endiliga fleiri við tykkum.

Bestu hondbóltskvøður

Nevndin