Menninir skrivaðu søgu

Besta mansliðið hjá ÍA vann sín fyrsta dyst í nýggju høllini á Argjum

Kappingarárið hjá besta mansliðnum, sum spælir í 2. deild, byrjaði farna sunnudag, tá ið menninir vóru í Hoyvíkshøllini og royndu seg ímóti H71 A, sum væntandi telist ímillum bestu liðini í deildini. Hendan dystin vann H71 trivaligt.

Í dag var tað tó við spenningi, at mansliðið fyri fyrstu ferð skuldi royna seg í nýggju høllini á Argjahamri. Dagsins mótstøðulið var KÍF.

Í fyrra hálvleiki var greiður munur á liðunum. ÍA bygdi sær eina leiðslu, ið støðugt vaks sum hálvleikurin leið. Størsti málmunurin var átta mál, tá ið okkara menn vóru frammanfyri 16-8, men undan steðginum megnaðu kollfirðingar at minka munin niður í seks mál, so hálvleiksstøðan gjørdist 16-10.

Tíðliga í seinna hálvleiki kom ÍA á odda heili 20-12, og tá tyktist dysturin avgjørdur. Men við eitt kom stígur í álopsspælið hjá heimamonnunum, og samstundis tevjaðu kollfirðingarnir blóð. Tað gingu eini 12-13 minuttir, har okkara menn ikki skoraðu. Veruligur spenningur kom í dystin, tá ið munurin varð minkaður til 20-19.

Men so skoraði Teitur Debes Olsen upp á brotskast, og eftir hetta var tað aftur heimaliðið, sum setti dagsskránna. Síðstu 10 minuttirnar var ongin slingur í valsinum, og endaliga úrslitið gjørdist, at ÍA vann ein tryggan heimasigur – 27-20!

Hugaligt var, at fleiri áskoðarar vóru møttir upp í høllini at veita argjamonnunum sín dygga stuðul. Liðið er mannað av ungum argjafrensum, sum eru ímillum 18 og 21 ár. Tó vóru eisini tveir eldri harrar við á liðnum í dag, sum góvu eitt sindur av tiltrongdum royndum. Teir vóru feðgarnir Kári og Kristian Martin Skála, ið eru ávíkavist 24 og 44 ára gamli. Harafturat spældi 20 ára gamli beiggin og sonurin, Bjarni Skála, eisini við. Skála-slektin var væl umboðað á ÍA-liðnum í dag, ongin ivi um tað.

Støðan er tann, at nýggju klæðini hjá felagnum ikki eru klár enn. Samstundis eru gomlu klæðini givin burtur, so í dag máttu menninir spæla í hvítum blusum, ið teir høvdu tikið við heimanifrá. Dagsins málmaður, Neli Heldarskarð, spældi í egnum, myrkabláum Arsenal-jakka, og ikki kann sigast annað enn, at hann við fleiri góðum bjargingum minti um ein ávísan Petr Cech.

Næsti dysturin hjá monnunum verður um eina viku, leygarkvøldið 11. november, tá ið H71 B verður mótstøðuliðið. Dysturin byrjar klokkan 19.

Málskjúttarnir hjá ÍA frá dystinum í høllini á Argjahamri síggjast niðanfyri:

ÍA-KÍF 27-20 (16-10)

ÍA: Kristian Martin Skála 6, Rói Zachariasen 4, Martin Balle 3, Hørður Tórsson 3, Bjarni Skála 3, Teitur Debes Olsen 2, Jógvan Jóhannesson 2, Bjarki Christianson Nielsen 2 og Kári Skála 2.

Martin Nielsen og Brandur Jákupsson spældu eisini við.

 

Neli Heldarskarð hevur skriva.