“Hey allir hondbóltsvinir”😊

Ja, nú nærkast tíðin har vit sláa hurðarnar upp til enn eitt nýtt og spennandi hondbólts ár 😀 Árið í ár verður nakað heilt serligt, tí vit nú hava fingið okkara egnu høll á Argjum! Hetta verður árið har vit kunnu siga: áðrenn høllina og aftaná høllina😊 Hetta kemur m.a., at merkja at allar venjingar verða her á Argjum😊 og í eini stórari høll 👍 Væntandi fara vit at hava eina hondbóltskapping her úti á Argjum -men tað frætta tit nærmari um tá hon nærkast. Afturat hesum fáa vit nýggjar spælibúnar og nýggjar draktir, sum vit halda eru sera vakrar og eyðkendar. Vit vóna at síggja nógv børn í hesum draktum í vetur.  Tit frætta meiri um nær hesar vera til keyps. Sum sagt so eru vit spent uppá enn eitt nýtt og spennandi hondbóltsár, men einki ÍA uttan nøkur røsk børn og ikki minni røsk foreldur… so vit vóna at undirtøkan verður eins stór og árini frammanundan! Verið vælkomin til enn eitt nýtt hondbólts kappingarár 2017/2018 Væntandi byrjað tær fyrstu venjingarnar í tí nýggju høllini innanfyri tær næstu vikurnar. Tær teknisku røddirnar frá kommununi siga at høllin ikki er heeeilt klár enn, men verður tað fyrsta dagin!! So spread the word – komið við og spælið hondbólt við ÍA 😊😊” Við hondbólts kvøðu,  ÍA nevndin