Ungdómsvenjari/toymið

Ítróttarfelagið Argir søkir eftir einum ungdómsvenjara/ungdómsvenjaratoymið
Í.A. (ARGJA ÍTRÓTTARFELAG) §29B

Ítróttarfelagið Argir søkir við hesum eftir einum ungdómsvenjara/ungdómsvenjaratoymið til kappingarárið 2017/2018.

Ítróttarfelagið Argir er hondbóltsfelag stovnað í 2011. Ítróttarhøllin á Argjum verður liðug í summar, og fáa vit tá góðar karmar til felagið.

Vit ynskja at tú ert framsíggin, ágrýtin, arbeiðssamur og sær ungdómin sum stórt tilfeingi. Ynskiligt er at umsøkjarin hevur royndir við ungdómsvenjing.

Løn eftir avtalu.

Spurningar og umsóknir kunnu stílast til itrottarfelagid.argir@gmail.com.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. mai 2017.