Tilmelding fyri 2016/17

Vit fara at hava ein tilmeldingardag 8 Septembur niðri í Argja skúla. Frá kl. 17-19 har øll ið hava hug at spæla hondbólt í vetur kunnu melda seg til.

Øll sum melda til henda dag, fáa eina serliga ÍA t-troyggju frá felagnum.

 

Eisini ber til at melda seg til beinleiðis her á heimasíðuni, við at útfylla tilmeldingarskjalið, og síðan flyta peningin.

Limagjaldi fyri 2016/17

Mini.   Ókeypis

U8.      400 kr.

Frá U10 og uppeftir er limagjaldið 700 kr.

Limagjaldið skal rindast á konto felagsins 9865-987.750.3. Viðmerkjast skal navn á íðkara og heiti á liðnum, ið íðkarin er meldaður til.

GG!
Íðkandi fáa eisini eina t-shirt frá ÍA, um limagjaldið er goldið her umvegis heimasíðuna innan 8. Septembur.