Fløskuinnsavning til Dronninglund

Dreingir 14 eru farnir undir at savnað saman pening til kapping í Dronninglund.

Fløskur

Sekkir við tómum fløskum fylla nógv í eini garagu á Argjum í kvøld, men gera góðan mun í summar, tá dreingir 14, saman við øðrum liðum í felagnum, fara til Dronninglund Cup í Danmark

Í juli í ár fara nøkur av liðum felagsins til Dronninglund í Danmark til hondbóltskapping, har lið úr fleiri tjóðum luttaka.

Dreingir úr okkara U14 liði, vóru í kvøld saman við ágrýtnum foreldrum úti og savnaðu tómar fløskur. Væl var savnað og gevur hetta eitt gott íkast til ferðina. Dreingirnir og foreldur, eins og felagið, takka øllum teim blíðu gevarunum á Argjum so hjartaliga fyri hjálpina.