Claus Rasmussen verður høvuðsvenjari hjá ÍA kappingarárið 2015/16.

Felagið er sera fegið um at kunna boða frá, at tað til kappingarárið er eydnast at fáa navnframa venjaran Claus Rasmussen, sum høvuðsvenjara.

Claus Rasmussen verður sostatt inni yvir øll liðini, og kemur, í samstarv við venjarunum, at leggja venjingina til rættis. Gjøgnum árið kemur Claus at leggja lag og luttaka í venjingunum.

Claus kemur at vera fastur venjari hjá D10 og D14.

Claus hevur avtalað við nevndina at hann leggur eina visión fyri ítrottarliga partin av virkseminum hjá felagnum.

Claus kemur, við sínum drúgvu royndum innan felagsarbeiði, og stóra námsfrøðisliga innlit, harumframt at samstarva við nevndina um at menna felagið.

Á komandi foreldrafundinum kemur Claus at greiða frá sínum tankum og ætlanum fyri árið.

VIT SÍGGJAST TIL VENJING, DYST…OG TIL FORELDRAFUND