Á seinasta kappingardegi tryggjaðu okkara dreingir U14 sær gull í B-bólkinum 20/21

Tann 23. mars varð avgerandi dysturin leiktur í høllini á Argjahamri móti STÍF. Tað var krav at okkara dreingir vunnu dystin, um gullið skuldi takast út á Argir.
Dreingirnir lótu ongan iva vera um at hetta eisini var teirra greiða ætlan. Við einum 5 máls sigri løgdu teir eitt ómøguligt trýst á STÍF og H71, sum við sigrum vikuskiftið eftir kundu gerast javnir við ÍA í stigum. Men H71 skuldi vinna sín dyst móti Team Klaksvík við fleiri enn 23 málum og STÍF skuldi tá vinna sín dyst móti KÍF við fleiri enn 39 málum. Hóast gullið sostatt tóktist at vera komið í hús, er tað einn sannroynd at einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Men tá so H71 einans megnaði javnleik og STÍF einans vann við 5 málum, so gjørdist tað víst, at ÍA Dreingir U14 eru gullvinnarar í bólki B kappingarárið 20/21.
Hesir somu dreingirnir vístu eisini sínar dygdir í steypafinaluni, har teir fingu silvurmerki. Hetta er ein góður árgangur hjá felagnum og vit gleða okkum at síggja, hvussu hesir fara at mennast.
Vit ynska dreingjum U14 og venjarum hjartaliga til lukku við sigrinum.