Gentur 12 fingu bronsu

Gentur 12 vóru um reppi at vinna sær silvurmerkini í bólki c í ársins seinasta kappingarumfari.

Gentur U12 fingu brunsu í bólki c

Seinasta kappingarumfarið fyri genturnar var í Klaksvík 27. mars. Her kundu genturnar tryggja sær silvurmerkini við at vinna á Stjørnuni á heimavølli og VB.

Tær løgdu sera væl út og vunnu á klaksvíksgendunum á teirra heimavølli ein tepran 10-9 sigur, men hetta hevur helst kravt ov mikið av megi úr teimum til eisini at knógva vágbingunum, sum undan hesum dystinum høvdu møtt væl lættari mótstøðu. Endin var ein sigur til VB á 13-10, sum gav teimum sivurmerkini i staðin.

So mikið var kortini stríðst, at endin av kappingini 20/21 var at Stjørnan endaði á odda við 32 stigum, meðan bæði ÍA og VB høvdu 29 stig. Her hevði VB tó munin í málúrtøkuni.

Tað sigur tó ikki so lítið, at okkara gentur syftu oddaliðnum á teirra heimavølli og vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við heiðursmerkjunum. Tað verður spennandi at fylgja hesum røsku gentunum í komandi tíðum.