Anders venjari næsta kappingarár

Í dag var sáttmáli undirskrivaður við Anders Risdal at vera høvuðsvenjari fyri ÍA kappingarárið 2021/2022

Í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Anders Risdal, at vera høvuðsvenjari hjá ÍA 2021/2022

Nú kappingarárið 2020/2021 er farið at halla, er tað okkum ein gleði at kunngera, at tað verður Anders Risdal, sum kemur at taka yvir eftir Mark Dahl sum høvuðsvenjari.

Tað skulu stórir føtur til at fylla út skógvarnar eftir Mark, sum eftir hetta kappingarárið fer víðari til avbjóðingar sum venjari í Noregi. Tí er gleðin enn størri, at tað júst er Anders, sum tekur yvir.

Anders er eitt kent andlit millum børn og ung her á Argjum. Hann hevur seinastu árini starvast í Frítíðarskúlanum á Argjahamri og í Argjaskotinum. Harumframt hevur hann verið venjari hjá U12 dreingjum hjá Kyndli, har hann sjálvur eisini leikar í Burn deildini.

Hann hevur útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan barna- og ungdómsítrótt í Danmark.

Stóru og nógvu lógvabrestirnir, ið vóru at hoyra í høllini á Argjahamri í dag, tá sáttmálin var undirskrivaður, bera boð um at tað ikki einans er nevndin, sum fegnast um at hava fingið Anders til ÍA.

Felagið er í stórum vøkstri, og saman við Anders er gott grundarlag lagt fyri at hesin vøkstur kann halda fram. Saman fara vit at byggja víðari á góða grundarlagið, sum er undir felagnum, har úrslit og trivnaður ganga hond í hond.