Ítróttargudstænasta

Á Argjum hava vit nógv og væl skipað ítróttarvirksemi. Argja Bóltfelag frá 1973, Argja Róðrafelag frá 1982 og Ítróttarfelagið Argir frá 2011.

Mikukvøldið 30. September kl. 19.00 verður ein gudstænasta fyri øll hesi feløg í Argja kirkju. Undir gudstænastuni fer kendi tónleikabólkurin TOS úr Eysturoynni at framføra, eins og argjabrøðurnir Bogi á Borg koma syngja og spæla. Umframt felags sang kemur Bergur D. Joensen at prædika. Okkurt søtt verður eisini omaná.

TOS
Kom og ver saman við ítróttarfeløgunum á Argjum, sum vit eru so stolt av!
Veri vælkomin!
Vegna Argja kirkju,
Prestur