Tíðindir

Steypafinalurnar góvu bæði gull og spenning

Dreingir 10 vunnu gull, dreingir 12 stríddust væl og dreingir 14 leiktu helst mest spennandi dystin av øllum.

Vit vilja takka fyri eitt gott vikuskifti uppi í høllini á Nabb, takk til allar stuðlarnar, sum komu niðan at heppa, uttan tykkum var tiltakið ikki líka gott.

Dreingir 10 góvu okkum eina spennandi byrjan, har neyðugt bleiv við øktari leiktíð og vunnu vit gull og dagsins leikari var Jónas Sigtórsson.

Jónas Sigtórsson. Dagsins leikari í U10 b-finaluni millum ÍA a og Team Klaksvík b

Dreingir 12 spældu ein fínan dyst, teir komu ikki so væl frá byrjan, men vunnu seg nógv fram í seinna hálvleiki og mistu ikki mótið. Vit ivast ikki í, at koma at síggja teir aftur til steypafinaluna næsta ár og tað gleða vit okkum til

Sunnudagin spældu D14 í móti Stíf, tað var ein ordiligur gysari fyri okkum áskoðarir, við dupultari eyka leiktíð taptu teir við tveimum málum, men vit fingu dagsins leikara, sum gjørdist Heðin Olsen.

Heðin Olsen. Dagsins leikari í U14 b-finaluni millum ÍA og StÍF.

Vit í felagnum eru stolt av tykkum øllum og vilja somuleiðis takka HSF fyri at hava givið B- finalunum sama pláss og virði sum A finalurnar.

3 líð í steypafinalu

Leygardagin 20. og sunnudagin 21. februar verður ÍA umboðað við heili trimum liðum í steypafinalunum. Dreingir U10, U12 og U14 verða allir við í B-finalunum.

Leygardagin 7. februar vóru kláraðu óføru a-liðini hjá okkara dreingjum í U10, U12 og dreingjaliðið hjá U14 at vinna seg víðari úr hálvfinalunum.

Í hálvfinalunum vunnu U10 á Neistin b 15-12, U12 vunnu á Kyndil b 27-24 og U14 vunnu heili 31-18 á Kyndil b.

Teir verða tí at síggja í stóra steypafinaluvikuskiftinum 20. og 21. februar. Her skulu U10 dreingirnir møta Team Klaksvík b kl. 9.45, U12 skulu møta H71 b kl. 11.25 og U14 dreingirnir skullu spæla móti StÍF
sunnudagin kl. 14.45. Vit ynskja tykkum allarbestu eyðnu. Hóast tað er avmarkað áskoðaratal, so skal eingin ivi vera um, at stuðulin til tykkum skal runga runt um á Argjum.

Hesi frálíku úrslit bera boð um at felagið er í stórari menning og síggja vit fram til at henda gongd fer at halda fram. Vit gleðast um, at Argir fær fleiri ítróttargreinar, har vit gera okkum galdandi og kunnu savnast sum okkara raska ungdóm.

KOYR Á ÍA!

Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Vit vilja takka øllum teimum, sum hjálpa felagnum í tí dagliga, við venjingini og tí praktiska.

Somuleiðis vilja vit takka okkara trúgvu peningaligu stuðlum, sum gera tað møguligt fyri okkum at reka felagið.

Stuðlum, venjarum, foreldrum og børnum ynskja vit eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

Vegna ÍA

Fríður P. Dalsgarð, Sunrid í Gong, Sólgerð Joensen, Martin Mørk, Johild Grothdóttir Nolsøe, Gunnvá Eysturoy og Sølva Heinesen

Nýggj nevnd skipað

Nýggja nevndin. Frá vinstru: Fríður P. Dalsgarð, Sunrid í Gong, Sólgerð Joensen, Martin Mørk, Johild Grothdóttir Nolsøe, Gunnvá Eysturoy og Sølva Heinesen

Á aðalfundi 1. desember 2020 vórðu hesi fólk vald nevndina hjá ÍA:

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Sunrid Gong, forkvinna                                         tlf. 501000

Martin Mørk, kassameistari og skrivari            tlf. 595877

Fríður Dalsgarð, skrivari                                      tlf. 293604

Gunnv Eysturoy, Nevndarlimur                          tlf. 210472

Sólgerð Joensen, Nevndarlimur                          tlf. 

Johild Grothsdóttir Nolsøe, Nevndarlimur       tlf. 220969

Sølva Heinesen, Nevndarlimur                           tlf. 506725

Verandi nevnd stillaði øll uppaftur, uttan Helga R. Øster, sum hevur sitið í nevndini 2 setur. Felagið takkar Helgu fyri góða og holla tænastu í nevndini hesa tíðina.

Sólgerð Joensen hevði undan aðalfundinum játtað at stilla upp til nevndarvalið. Sólgerð var vald í nevndina uttan mótvalevni. Vit vilja bjóða Sólgerð vælkomnari í nevndina og gleða okkum at starvast saman við henni.

Aðalfundur verður 1. desember

Ársaðalfundurin í ÍA verður 1. desember kl. 19 í skúlanum á Argjahamri. Øll eru vælkomin. Kunning verður um virksemi í felagnum. Eisini er møguligt at stilla upp til nevndina.

ÍA verður 10 ár í 2021

Felagið, sum í 2021 fer at halda 10 ára stovningarhald, hevur verið ígjøgnum eina stóra menning, sum eisini er løgd til merkis í føroyska hondbóltsheiminum. Hondbóltssamband Føroya hevur í grein fyri kortum, millum annað tikið júst hesa framgongd fram sum dømi fyri góðu gongdina fyri honbóltin í Føroyum.

Hetta merkir sjálvsagt, at fleiri nýggir limir og teirra foreldur eru løgst til, og tí er aðalfundurin eitt gylt høvi, at koma saman við øðrum limum og nevnd felagsins og har fáa kunning um felagið.

Felagið er, hóast 10 ár á baki, enn í eini uppbyggingartíð har størsti, um ikki allur, denturin verður lagdur á barna- og ungdómsliðini. Tí er tað framhaldandi av størsta týdningi, at foreldur eru virkin og luttakandi í felagsarbeiðinum. Aðalfundurin er í tí sambandi staðið, har øll fáa høvið til at bjóða seg fram í felagsarbeiðinum. Tað kann vera luttøka av øllum slag: Hjálp til venjingar, hjálp til dystir og kappingar bæði úti og heima, skipan av trivnartiltøkum ella øðrum tiltøkum. Alt er vælkomið.

Sjálvsagt ber eisini til at stilla upp til nevndina. Hetta kann kanska tykjast møtumikið, hóast hugurin er til tað. Setist kortini ikki aftur, men setið tykkum tá í samband við onkran í nevndini, sum fegin vilja greiða frá verandi nevndararbeiðinum.

Skrá:

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna árið
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Nevndarval
6. Ymiskt

So setið kross í kalendaran: fyrsta í síðsta klokkan 19.

Væleyðnaður tilmeldingardagur

Týsdagin 20. oktober var tilmeldingardagur í ÍA í skúlanum á Argjahamri. Hetta var eitt væleyðnað tiltak, møguligt var at melda til og gjalda fyri tilmeldingina. Okkurt um 90 limir blivu tilmeldaðir og fingu í hesum sambandi eisini vælumtóktu limatroyggjuna.

Eisini var møguligt, at keypa venjingarbúnar, taskur og helsir. Fleiri tóku av hesum møguleika, umframt møgulkeikanum fyri at bíleggja venjingarbúnar við navni og nummari á.

Enn ber til at teknað seg

Enn er møguligt at tekna seg sum lim á heimasíðuni her. So leingi limablusur enn eru tøkar fáa tit sjálvandi eisini hesar í samband við tilmeldingina. Tá meldað er til og goldið verða limatroyggjurnar bornar við til venjing.

Tá meldað verður til ber eisini til at bíleggja venjingarbúnar, taskur og helsi. Undir teiginum “Aðrar viðmerkingar” skulu tit skriva hvørja vøru tit ynskja, stødd og um tit eisini ynskja navn og nummar prenta á. Tá tit gjalda fyri tilmeldingina kunnu tit eisini gjalda fyri vørðurnar.

Vørur

Niðanfyri síggjast vørurnar, sum kunnu keypast í samband við tilmeldingina. Minst til, at tað ber eisini til at bíleggja prent av navni og nummari á pløggini. Pløggini kunnu annars síggjast og keypast hjá Intersport í Jónas Broncks gøtu í Havn.

Venjingarbúnarnir hjá ÍA
  • ½ Zip blusa:
    • Vaksin: 350,-
    • Børn: 299,-
  • Buksur:
    • Vaksin: 350,-
    • Børn: 300,-
  • Jakki:
    • Vaksin: 400,-
    • Børn: 350,-
  • Taska: 249 ,-
  • Helsi: 60,-
  • Navn á prent: 50,-
  • Nummar á prent: 10,-
Helsi við ÍA búmerki
Taska við ÍA búmerki

Tilmeldingardagur 20. oktober

Týsdagin, 20. oktober verður tilmeldingardagur hjá ÍA.

Tiltakið verður meðan vanligu venjingarnar eru frá klokkan 16 til 19.
Vit bjóða ein bita og okkurt at eta til bæði børn og vaksin.

Møguleiki verður fyri eisini at keypa nýggju vøkru taskurnar og helsini.
Øll, sum hava goldið limagjaldið fyri hetta venjingarárið áðrenn henda dagin her á heimasíðuni ella sum gjalda á staðnum, fáa sera flottu, nýggju limablusuna við heim.

Vit gleða okkum at síggja so nógv sum møguligt henda dagin.

U18 Gentur nýtt lið í felagnum

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins er nú eitt U18 lið hjá gentum í ÍA.

Leikarar, sum áður hava spælt við ÍA umframt nýggir leikarar í felagnum hava savnað seg saman í eitt nýtt lið, sum hetta kappingarárið fara at kappast í U18 bólkinum.

Tað hevur, líka síðani ÍA varð stovnað í 2011 verið ein málsetningur, at verða umboðað í øllum ungdómsdeildum. Nú eru vit komin aftur eitt fet nærri hesum máli. Hetta kunnu vit øll gleðast um. Vónandi koma vit at síggja fleiri, sum venda aftur til okkara felag. Eru tað onnur, sum kundu hugsað sær at savna saman eitt lið, sum ikki er í felagnum í løtuni, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við nevndina.

Venjingartíðin hjá hesum gentum U18 er hósdag kl. 16.30 og verður arbeitt við at fáa eina tíð afturat í næstum. Tað verður Mark Dahl sum eisini venur hetta liðið.

Um tað eru gentur í hesum aldri, sum hava hug at venja við, eru tit vælkomnar at koma til venjing. Um onkur kanska ikki heilt hevur aldurin ber kortini til at koma til venjing og vita, um hetta er nakað fyri teg.

Vit ynskja hesum nýggja liðnum alla eyðnu.

Hvílandi limir

“eg tími ikki longur at hava eitt hald til fitness, sum eg ikki brúki kortini”

Kennir tú teg aftur? So kanst tú nú í staðin brúka nakað av peninginum til at hjálpa øðrum at røra seg við at gerast hvílandi limur í ÍA. Tað kanst tú eisini gera hóast tú heldur fram við fitness. Bara hjarta liggur hjá hondbóltinum á Argjum og ungdóminum her.

Tú kanst melda teg til á tilmeldingarsíðuni. Árliga gjaldið er 500 kr. Sum hvílandi limur skalt tú vera vælkomin til øll tiltøk hjá felagnum. Harafturat fært tú eina venjingartroyggju hjá felagnum eins og allir aðrir limir.

So byrja vit aftur at venja hóndbólt

Øll sum hava áhuga at spæla hondbólt eru hjartaliga vælkomin.

Vit spíla okkum nú veruliga út. Mark Dahl er aftur í ár fulltíðar ungdómsvenjari, afturat honum kemur Svanna Hanusardóttir at hava U7 og U8.

Umframt hesi, hava vit eisini sera dugnaligar hjálpavenjarar.

Ætlanin er at øll eru vælkomin at royna seg sum hondbóltspælarar – roynd sum óroynd. Endaliga tilmeldingin verður seinni í heyst. Venjingartíðirnar eru á heimasíðuni.