Ungdómsvenjari/toymið

Ítróttarfelagið Argir søkir eftir einum ungdómsvenjara/ungdómsvenjaratoymið
Í.A. (ARGJA ÍTRÓTTARFELAG) §29B

Ítróttarfelagið Argir søkir við hesum eftir einum ungdómsvenjara/ungdómsvenjaratoymið til kappingarárið 2017/2018.

Ítróttarfelagið Argir er hondbóltsfelag stovnað í 2011. Ítróttarhøllin á Argjum verður liðug í summar, og fáa vit tá góðar karmar til felagið.

Vit ynskja at tú ert framsíggin, ágrýtin, arbeiðssamur og sær ungdómin sum stórt tilfeingi. Ynskiligt er at umsøkjarin hevur royndir við ungdómsvenjing.

Løn eftir avtalu.

Spurningar og umsóknir kunnu stílast til itrottarfelagid.argir@gmail.com.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. mai 2017.

Høllin

So eru vit eitt stig tættari eini høll 😊 Í dag var eitt lítið hátíðarhald uppi í ítróttarhøllini á Argjahamri. Vit eru sera spent til komandi kappingarár og til allar teir nýggju møgulleikarnir, sum ÍA fer at fáa, við okkaru nýggju høll. 😊

Mynd hjá Ítróttarfelagið Argir
Mynd hjá Ítróttarfelagið Argir
Mynd hjá Ítróttarfelagið Argir
Mynd hjá Ítróttarfelagið Argir

U8 Dreingir

2 klassa dreingir spældu í bólki A 4 dystir í Kollafirđi 11-03-17.
Spælt var ímóti Kyndil, H71, Team Klaksvík og VÍF, og teir vunnu allar dystirnar…raskir ÍÀ arar.

2 klassa dreingir í bólki B spældu 3 dystir ìmóti Tjaldur d1, H71 d3 og EB d1 og vunnu 2 dystir og taptu tepurt móti H71 d3..raskir ÍA arar.

Mynd hjá Ítróttarfelagið Argir

Voxbotn 2017

Tíðin flýgur avstað, áðrenn vit vita av, er summar og Voxbotn 2017 á skránni. 😀😀
So nú eru tit vælkomin at bjóða tykkum fram at standa vakt, aldursmarkið er 18 ár.
Vaktirnar eru:
18-22
21-01
23-03

Skrivi til okkum á itrottarfelagid.argir@gmail.com

Tit kunnu eisini ringja til onkran í nevndini

 

Vinaliga
Nevndin

Aðalfundur 17 Septembur 2016

Á aðalfundi 17. Septembur 2016 vórðu hesi fólk vald í nevndina hjá ÍA:

 

Nevndin hevur skipað seg við

Sunrid í Gong, forkvinna

Kristian Martin, Skála næstformaður

Martin Mørk, kassameistari

Marianna Heinesen, skrivara

Vivie Kirke Davidsen, samskipari

Gunnvá Eysturoy, samskipari

Barbara Danielsen, nevndarlimur                                         

Tórhild Dalsgaard, tiltakslimur

Aðalfundur hjá Í.A.

Ársaðalfundurin hjá Í.A. verður Leygardagin 17 Septembur kl 17:00 í Skúlanum á Argjahamri.

Nevndin heitir á limir, leikarar, foreldur og øll onnur ið hava áhugað, um at møta á aðalfundi.
Vónandi verður uppmøtingin góð.

Skrá:

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna árið
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Nevndarval
6. Ymiskt

 

Tilmelding fyri 2016/17

Vit fara at hava ein tilmeldingardag 8 Septembur niðri í Argja skúla. Frá kl. 17-19 har øll ið hava hug at spæla hondbólt í vetur kunnu melda seg til.

Øll sum melda til henda dag, fáa eina serliga ÍA t-troyggju frá felagnum.

 

Eisini ber til at melda seg til beinleiðis her á heimasíðuni, við at útfylla tilmeldingarskjalið, og síðan flyta peningin.

Limagjaldi fyri 2016/17

Mini.   Ókeypis

U8.      400 kr.

Frá U10 og uppeftir er limagjaldið 700 kr.

Limagjaldið skal rindast á konto felagsins 9865-987.750.3. Viðmerkjast skal navn á íðkara og heiti á liðnum, ið íðkarin er meldaður til.

GG!
Íðkandi fáa eisini eina t-shirt frá ÍA, um limagjaldið er goldið her umvegis heimasíðuna innan 8. Septembur.