Tilmeldingardagur

Hósdagin 23. novembur verður tilmeldingardagur hjá ÍA.

Tiltakið verður í Urðini í Skúlanum á Argjahamri, meðan vanligu venjingarnar eru frá klokkan 17.30 til 19.30.
Vit bjóða okkurt gott til børnini og kaffi/the til tey vaksnu.

Øll børn sum hava goldið limagjaldið fyri hetta venjingarárið á http://ia.fo/?page_id=23 ella sum gjalda á staðnum, fáa ta nýggju sera flottu limablusuna við heim.

Møguligt er at royna og bíleggja ÍA draktirnar frá Intersport.

Vit gleða okkum at síggja nógv børn og vaksin hósdagin.

Aðalfundur verður hósdagin 24.august kl.19.00

Fundurin verður hildin í Skúlanum á Argjahamri.

Á skránni verður nevndarval. Í nevndini eru fleiri, sum hava sitið í nógv ár, hesi hava nú valt at takka fyri seg, tá børnini hjá flestu teirra eru blivin vaksin og ikki spæla hondbólt longur.

So hava tit hug at tryggjað hondbóltinum á Argjum góð kor framyvir, so er at koma við á aðalfund. Um tit sjálvi, ella um tit vita um onkran ið hevur áhugað í at stilla upp til nevndina, so eru tit hjartaliga vælkomin.
Vit vóna, at nógv møta til aðalfundin og vilja verða við til at byggja felagið enn meir upp.

Hava tit nakra evni ið tit vilja hava við til fundin, er bara at senda ein teldupost ella seta tykkum í samband við onkran í nevndini.

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna árið
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Nevndarval
6. Ymiskt


Nýggjur ungdómsvenjari settur

Ítróttarfelagið Argir hevur sett nýggjan høvuðs venjara. Borce Markovski úr Bitola í Norðurmakedónia fer komandi kappingarárið at hava ábyrgd av barna- og ungdómsarbeiðnum á Argjum.
Borce er 52 ára gamal og hevur Master Coach Licence frá EHF og útbúgving innan Physical Sport and Health. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, m.a. sum høvuðsvenjari hjá U19 manslandsliðnum hjá Makedonia.
Seinastu tvey árini hevur Borch verið venjari hjá Stíf, og hevur hann verið væl dámdur.

Hann  hevur longu búð her í tvey ár, og kennir hann væl til Føroyar og viðurskifini her. 
Nevndin í ÍA eru sannførd um, at Borce kemur at hjálpa okkum at flyta felagið fram á leið, og vit gleða okkum at arbeiða saman við honum.

Borce kemur frá eini øðrvísi hondbóltsmentan, enn vit eru von við, og hann er klárur at seta sín dám á framtíðina hjá ÍA.
Vit ynskja Borce hjartaliga vælkomnan í felagið og vóna, at øll taka væl ímóti honum.

Aðalfundur verður 16. desember

Ársaðalfundurin í ÍA verður 16. desembur kl. 19 í skúlanum á Argjahamri, fundurin verður hildin í lærarastovuni. Øll eru vælkomin. Kunning verður um virksemi í felagnum. Eisini er møgiligt at stilla upp til nevndina.

Felagið, sum í ár kann halda 10 ára stovningardag, hevur verið ígjøgnum eina stóra menning.

Hetta merkir sjálvsagt, at fleiri nýggir limir og teirra foreldur eru løgst til, og tí er aðalfundurin eitt gylt høvi, at koma saman við øðrum limum og nevnd felagsins og har fáa kunning um felagið.

Felagið er, hóast 10 ár á baki, enn í eini uppbyggingartíð har størsti, um ikki allur, denturin verður lagdur á barna- og ungdómsliðini. Tí er tað framhaldandi av størsta týdningi, at foreldur eru virkin og luttakandi í felagsarbeiðinum. Aðalfundurin er í tí sambandi staðið, har øll fáa høvið til at bjóða seg fram í felagsarbeiðinum. Tað kann vera luttøka av øllum slag: Hjálp til venjingar, hjálp til dystir og kappingar bæði úti og heima, skipan av trivnartiltøkum ella øðrum tiltøkum. Alt er vælkomið.

Sjálvsagt ber eisini til at stilla upp til nevndina. Hetta kann kanska tykjast møtumikið, hóast hugurin er til tað. Setist kortini ikki aftur, men setið tykkum tá í samband við onkran í nevndini, sum fegin vilja greiða frá verandi nevndararbeiðinum.

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna árið
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Nevndarval
6. Ymiskt

Tilmeldingardagur 20. oktober

Týsdagin, 20. oktober verður tilmeldingardagur hjá ÍA.

Tiltakið verður meðan vanligu venjingarnar eru frá klokkan 16 til 19.
Vit bjóða ein bita og okkurt at eta til bæði børn og vaksin.

Møguleiki verður fyri eisini at keypa nýggju vøkru taskurnar og helsini.
Øll, sum hava goldið limagjaldið fyri hetta venjingarárið áðrenn henda dagin her á heimasíðuni ella sum gjalda á staðnum, fáa sera flottu, nýggju limablusuna við heim.

Vit gleða okkum at síggja so nógv sum møguligt henda dagin.

So byrja vit aftur at venja hóndbólt

Øll sum hava áhuga at spæla hondbólt eru hjartaliga vælkomin.

Vit spíla okkum nú veruliga út. Mark Dahl er aftur í ár fulltíðar ungdómsvenjari, afturat honum kemur Svanna Hanusardóttir at hava U7 og U8.

Umframt hesi, hava vit eisini sera dugnaligar hjálpavenjarar.

Ætlanin er at øll eru vælkomin at royna seg sum hondbóltspælarar – roynd sum óroynd. Endaliga tilmeldingin verður seinni í heyst. Venjingartíðirnar eru á heimasíðuni.

Lutaseðla vinningar 30.03.19

Takk fyri stuðulin í dag, tað gekk so avbera væl 🙂

Her eru vinnararnir av lutaseðla søluni.

Vinningarnir kunnu heintast í dag í høllini á Argjahamri til kl 19:30 ella við at ringja til 220969.

Gulur 97 Málningur eftir Selmu Ellingsgaard

Gulur 50. Voxbotn atgongumerki

Hvítur 65. Karamellueskja

Grønur 44. Dunna

Bláur 66. Fruktkurv

Ljósar. 23 Barna klippikort til Svimjihøllina og páskaregg

Laksaf. 37 Karamellueskja

Gulur 22 Posi við døgurðamati

Ljósar. 53 Fruktkurv

Laksaf. 83 Karamellueskja

Gulur 78 Turrur fiskur

Gulur 85 Karamellueskja

Ljósar. 51 Fruktkurv

Grønur 458 Rullupylsa

Gulur 82 Karamellueskja

Ljósar. 40 Fruktkurv

Gulur 79 Karamellueskja

ÍA takkar fyri stuðulin.


Vit hava sett fulltíðar venjara

Sunrid og Mark skriva undir nýggjan sáttmála

ÍA spílar seg nú veruliga út. Mark Dahl er settur í fulltíðar starv sum ungdómsvenjari

Síðani ÍA varð sett stovn í 2011 er undirtøkan millum argjafólk bara økt. Denturin hevur alla tíðina verði lagdur á yngru deildirnar, og nú hevur felagið veruliga spent seg út.

Mark Dahl, sum er 30 ára gamal, er nevnliga settur í starv sum fulltíðar ungdómsvenjari. Mark kom til Føroya fyri tveimum árum síðani, og hevur hann vart málið hjá Team Klaksvík og StÍF, umframt at hann eisini hevur verið virkin sum venjari hjá hesum feløgum.


Nú verður tað so sum ungdómsvenjari burturav, at Mark skal royna seg. Sum høvuðsungdómsvenjari fer Mark at venja mest sum øll ungdómslið felagsins. Undantøkini eru yngstu árgangirnir hjá gentum og dreingjum, sum eru undir kønari leiðslu av Svannu Hanusardóttir, sum júst nú er heiðrað av HSF fyri at hava virkað sum hondbóltsvenjari í samfull 50 ár. Sáttmálin við Mark er galdandi fyri komandi tvey árini, og Sunrid í Gong, forkvinna, fegnast um hetta stigið.

Argir er í støðugum fólkavøkstri, og aftur nú síggja vit nýggjar útstykkingar. Enntá í grannalagnum hjá høllini. Vit síggja tað sum eina spennandi avbjóðing at geva teimum mongu húskjunum, sum bæði búgva og koma at búgva á Argjum, eitt gott og mennandi hondbóltstilboð. Og við at seta Mark í starv, hava vit tikið eitt stórt fet á hesi leiðini.

Ikki minst eru vit fegin um, at vit vísa í verki, at vit ynskja at byggja felagið upp frá grundini av, soleiðis at ungdómurin alt fyri eitt fær munagóða venjing, sigur Sunrid. Í nevndini í ÍA sita í dag Sunrid í Gong, forkvinna, Martin Mørk, sum er kassameistari og skrivari, Gunnvá Eysturoy, Helga R. Øster, Johild G. Nolsøe og Sølva Heinesen.

Eykaaðalfundur

 

Á eykaaðalfundi 6 desembur 2018 vórðu hesi fólk vald í nevndina hjá ÍA:

Nevndin hevur skipað seg við

Sunrid í Gong, Forkvinna

Johild Grothsdóttir Nolsøe, Nevndarlimur

Gunnvá Eysturoy, Nevndarlimur

Martin Mørk, kassameistari og skrivari

Helga Rúnadóttir Øster, Nevndarlimur

Sølva Heinesen, Nevndarlimur