Høvuðsvenjari til ÍA

Ítróttarfelagið Argir leitar eftir einum nýggjum høvuðsvenjara til næsta kappingarár. Í felagnum eru nærum allir aldursbólkar, frá minihondbólti til U16.

Argir er í eini stórari menning har barnafamiljurnar leggjast afturat í stórum tali. Okkara mál er, at hondbólturin gerst eitt natúrligt val fyri øll børn á Argjum. Sum liður í hesum arbeiði er tað ætlan felagsins at fáa alla ungdómsdeildina í eina legu, har felagið fast er umboðað í øllum aldursbólkum við minst einum liðið. Fyri at røkka hesum hevur felagið seinastu árini haft fulltíðarsettan ungdómsvenjara, sum hevur verið ein savnandi og sentralur persónur í felagnum.

Av tí at okkara venjari hevur leitað sær nýggjar leiðir uttanlands, leita vit eftir einum royndum ungdómsvenjara at taka yvir venjingina í einum felag í stórari menning. Felagið vil, at góða menningin skal halda fram og at vit í longdini eisini fara at gera okkum galdandi í vaksnamannadeildunum. Hesum arbeiðinum gerst nýggi venjarin ein týðandi partur av. Sum nýggjur venjari sleppur tú í tøttum samstarvi við starvsnevnd felagsins at seta tíni egnu fingramerki á víðari menningina.

Vit vænta, at tú kanst røkja starvið sjálvstøðugt og ábyrgdarfult við ágrýtni.

Arbeiðið kemur at fevna um:

  • Dagligu venjingina av liðunum saman við hjálparvenjarum.
  • Samskipan av heima- og útidystum.
  • Samskipan av skeiðum í venjing, døming o.l fyri hjálparvenjarar, foreldur og onnur, ið eru knýtt at liðunum.
  • Saman við nevndini at fyriskipa tiltøk, sum eru við til at menna felagið.

Løn verður avtalað í mun til útbúgving og royndir.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Sunrid í Gong, Forkvinnu, tlf. 501000 ella sunridgong@gmail.com

Umsókn við CV og møguligum viðmælum skal sendast til itrottarfelagid.argir@gmail.com og vera felagnum í hendi seinasta lagið 20.04.2022. Merk teldupostin “Høvuðsvenjari”.

Online tilmeldingardagur

Hey øll somul !

Vit hava ætlað okkum at bjóða tykkum til ein hugna og lima dag í samband við at felagið bleiv 10 ár í august. Men soleiðis sum støðan er nú viðvíkjandi korona eru útlitini ikki góð fyri, at vit kunnu samlast í skúlanum áðrenn jól.

Tí hava vit avgjørt at gera ein online tilmeldingardag, har øll tit, sum hava goldið limagjald seinast týsdagin 09. nov. kl. 18.00 fáa ein pakka koyrdan heim.

Soleiðis gert tú

Útfyll upplýsingarnar á tilmeldingarsíðuni, skriva stødd av limablusu í viðmerkingarteigin og flyt síðani fyri limagjald á konto felagsins 9865-305.807.1. Viðmerkjast skal navn á íðkara og heiti á liðnum, ið íðkarin er meldaður til. Send kvittan fyri limagjaldi til itrottarfelagid.argir@gmail.com

Pakkin frá okkum

Pakkin vit koyra út til tín inniheldur

  • Limablusu
  • Hálsrør
  • Avsláttarseðil, ið gevur tær -20% tá tit keypa ÍA trenisdraktina frá Thomas Dam Intersport
  • Okkurt gott aftrat

Vit gleða okkum at koyra pakkan út til tykkum.

Aðalfundur hjá Í.A.

Ársaðalfundurin hjá Í.A. verður hósdagin 14. novembur kl 17:00  í Skúlanum á Argjahamri.

Nevndin heitir á limir, leikarar, foreldur og øll onnur ið hava áhugað, um at møta á aðalfundi.
Vónandi verður uppmøtingin góð.

Nevndin er manna, so til ber at koma á fundin uttan at enda í nevndini 🙂

Skrá:

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna árið
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Nevndarval
6. Ymiskt

Limadagur 14. september

Leygardagin 14. september frá klokkan 11 – 15 hava vit tilmeldingar dag.

Leygardagin 14. september frá klokkan 11 – 15 hava vit tilmeldingar dag. Vit hava limablusur til øll tey, sum longu eru tilmeldað og hava goldið. Tað er eisini møguligt at melda seg til og gjalda limadagin.

Vit bjóða kaffi, te, kaku og sunkist til børnini.

Møguligt at vinna

Tað er møguligt at spæla tombola og at keypa lutaseðlar, so minnist til at hava smápengar við 🙂

Royn nýggju draktirnar

Intersport verður við á degnum og bjóðar tykkum til at royna og bíleggja tær komandi ÍA draktirnar. Tú hevur eisini møguleikar at keypa bóltar frá Intersport.

OBS: Møguligt er at keypa við kortið frá Intersport

Kom og spæl hondbólt á Argjum

Øll sum hava áhuga ið at spæla hondbólt eru hjartaliga vælkomin.

Vit spíla okkum nú veruliga út. Mark Dahl er settur í fulltíðar starv sum ungdómsvenjari, afturat honum kemur Svanna Hanusardóttir at hava U7 og U8.

Ætlanin er at øll eru vælkomin at royna seg sum hondbóltspælarar – roynd sum óroynd. Endaliga tilmeldingin verður seinni í heyst. Venjingartíðirnar eru á heimasíðuni.