Tilmeldingardagur 20. oktober

Týsdagin, 20. oktober verður tilmeldingardagur hjá ÍA.

Tiltakið verður meðan vanligu venjingarnar eru frá klokkan 16 til 19.
Vit bjóða ein bita og okkurt at eta til bæði børn og vaksin.

Møguleiki verður fyri eisini at keypa nýggju vøkru taskurnar og helsini.
Øll, sum hava goldið limagjaldið fyri hetta venjingarárið áðrenn henda dagin her á heimasíðuni ella sum gjalda á staðnum, fáa sera flottu, nýggju limablusuna við heim.

Vit gleða okkum at síggja so nógv sum møguligt henda dagin.

U18 Gentur nýtt lið í felagnum

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins er nú eitt U18 lið hjá gentum í ÍA.

Leikarar, sum áður hava spælt við ÍA umframt nýggir leikarar í felagnum hava savnað seg saman í eitt nýtt lið, sum hetta kappingarárið fara at kappast í U18 bólkinum.

Tað hevur, líka síðani ÍA varð stovnað í 2011 verið ein málsetningur, at verða umboðað í øllum ungdómsdeildum. Nú eru vit komin aftur eitt fet nærri hesum máli. Hetta kunnu vit øll gleðast um. Vónandi koma vit at síggja fleiri, sum venda aftur til okkara felag. Eru tað onnur, sum kundu hugsað sær at savna saman eitt lið, sum ikki er í felagnum í løtuni, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við nevndina.

Venjingartíðin hjá hesum gentum U18 er hósdag kl. 16.30 og verður arbeitt við at fáa eina tíð afturat í næstum. Tað verður Mark Dahl sum eisini venur hetta liðið.

Um tað eru gentur í hesum aldri, sum hava hug at venja við, eru tit vælkomnar at koma til venjing. Um onkur kanska ikki heilt hevur aldurin ber kortini til at koma til venjing og vita, um hetta er nakað fyri teg.

Vit ynskja hesum nýggja liðnum alla eyðnu.

Hvílandi limir

“eg tími ikki longur at hava eitt hald til fitness, sum eg ikki brúki kortini”

Kennir tú teg aftur? So kanst tú nú í staðin brúka nakað av peninginum til at hjálpa øðrum at røra seg við at gerast hvílandi limur í ÍA. Tað kanst tú eisini gera hóast tú heldur fram við fitness. Bara hjarta liggur hjá hondbóltinum á Argjum og ungdóminum her.

Tú kanst melda teg til á tilmeldingarsíðuni. Árliga gjaldið er 500 kr. Sum hvílandi limur skalt tú vera vælkomin til øll tiltøk hjá felagnum. Harafturat fært tú eina venjingartroyggju hjá felagnum eins og allir aðrir limir.

So byrja vit aftur at venja hóndbólt

Øll sum hava áhuga at spæla hondbólt eru hjartaliga vælkomin.

Vit spíla okkum nú veruliga út. Mark Dahl er aftur í ár fulltíðar ungdómsvenjari, afturat honum kemur Svanna Hanusardóttir at hava U7 og U8.

Umframt hesi, hava vit eisini sera dugnaligar hjálpavenjarar.

Ætlanin er at øll eru vælkomin at royna seg sum hondbóltspælarar – roynd sum óroynd. Endaliga tilmeldingin verður seinni í heyst. Venjingartíðirnar eru á heimasíðuni.

Aðalfundur hjá Í.A.

Ársaðalfundurin hjá Í.A. verður hósdagin 14. novembur kl 17:00  í Skúlanum á Argjahamri.

Nevndin heitir á limir, leikarar, foreldur og øll onnur ið hava áhugað, um at møta á aðalfundi.
Vónandi verður uppmøtingin góð.

Nevndin er manna, so til ber at koma á fundin uttan at enda í nevndini 🙂

Skrá:

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna árið
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Nevndarval
6. Ymiskt

Limadagur 14. september

Leygardagin 14. september frá klokkan 11 – 15 hava vit tilmeldingar dag.

Leygardagin 14. september frá klokkan 11 – 15 hava vit tilmeldingar dag. Vit hava limablusur til øll tey, sum longu eru tilmeldað og hava goldið. Tað er eisini møguligt at melda seg til og gjalda limadagin.

Vit bjóða kaffi, te, kaku og sunkist til børnini.

Møguligt at vinna

Tað er møguligt at spæla tombola og at keypa lutaseðlar, so minnist til at hava smápengar við 🙂

Royn nýggju draktirnar

Intersport verður við á degnum og bjóðar tykkum til at royna og bíleggja tær komandi ÍA draktirnar. Tú hevur eisini møguleikar at keypa bóltar frá Intersport.

OBS: Møguligt er at keypa við kortið frá Intersport

Kom og spæl hondbólt á Argjum

Øll sum hava áhuga ið at spæla hondbólt eru hjartaliga vælkomin.

Vit spíla okkum nú veruliga út. Mark Dahl er settur í fulltíðar starv sum ungdómsvenjari, afturat honum kemur Svanna Hanusardóttir at hava U7 og U8.

Ætlanin er at øll eru vælkomin at royna seg sum hondbóltspælarar – roynd sum óroynd. Endaliga tilmeldingin verður seinni í heyst. Venjingartíðirnar eru á heimasíðuni.

Lutaseðla vinningar 30.03.19

Takk fyri stuðulin í dag, tað gekk so avbera væl 🙂

Her eru vinnararnir av lutaseðla søluni.

Vinningarnir kunnu heintast í dag í høllini á Argjahamri til kl 19:30 ella við at ringja til 220969.

Gulur 97 Málningur eftir Selmu Ellingsgaard

Gulur 50. Voxbotn atgongumerki

Hvítur 65. Karamellueskja

Grønur 44. Dunna

Bláur 66. Fruktkurv

Ljósar. 23 Barna klippikort til Svimjihøllina og páskaregg

Laksaf. 37 Karamellueskja

Gulur 22 Posi við døgurðamati

Ljósar. 53 Fruktkurv

Laksaf. 83 Karamellueskja

Gulur 78 Turrur fiskur

Gulur 85 Karamellueskja

Ljósar. 51 Fruktkurv

Grønur 458 Rullupylsa

Gulur 82 Karamellueskja

Ljósar. 40 Fruktkurv

Gulur 79 Karamellueskja

ÍA takkar fyri stuðulin.


Vit hava sett fulltíðar venjara

Sunrid og Mark skriva undir nýggjan sáttmála

ÍA spílar seg nú veruliga út. Mark Dahl er settur í fulltíðar starv sum ungdómsvenjari

Síðani ÍA varð sett stovn í 2011 er undirtøkan millum argjafólk bara økt. Denturin hevur alla tíðina verði lagdur á yngru deildirnar, og nú hevur felagið veruliga spent seg út.

Mark Dahl, sum er 30 ára gamal, er nevnliga settur í starv sum fulltíðar ungdómsvenjari. Mark kom til Føroya fyri tveimum árum síðani, og hevur hann vart málið hjá Team Klaksvík og StÍF, umframt at hann eisini hevur verið virkin sum venjari hjá hesum feløgum.


Nú verður tað so sum ungdómsvenjari burturav, at Mark skal royna seg. Sum høvuðsungdómsvenjari fer Mark at venja mest sum øll ungdómslið felagsins. Undantøkini eru yngstu árgangirnir hjá gentum og dreingjum, sum eru undir kønari leiðslu av Svannu Hanusardóttir, sum júst nú er heiðrað av HSF fyri at hava virkað sum hondbóltsvenjari í samfull 50 ár. Sáttmálin við Mark er galdandi fyri komandi tvey árini, og Sunrid í Gong, forkvinna, fegnast um hetta stigið.

Argir er í støðugum fólkavøkstri, og aftur nú síggja vit nýggjar útstykkingar. Enntá í grannalagnum hjá høllini. Vit síggja tað sum eina spennandi avbjóðing at geva teimum mongu húskjunum, sum bæði búgva og koma at búgva á Argjum, eitt gott og mennandi hondbóltstilboð. Og við at seta Mark í starv, hava vit tikið eitt stórt fet á hesi leiðini.

Ikki minst eru vit fegin um, at vit vísa í verki, at vit ynskja at byggja felagið upp frá grundini av, soleiðis at ungdómurin alt fyri eitt fær munagóða venjing, sigur Sunrid. Í nevndini í ÍA sita í dag Sunrid í Gong, forkvinna, Martin Mørk, sum er kassameistari og skrivari, Gunnvá Eysturoy, Helga R. Øster, Johild G. Nolsøe og Sølva Heinesen.